VALLA FOLDUM Á

Í 2011 valdi eg at geva fløgu út í egnum navni. Hóast Millum Frændur frá 1989 og Kærleikans vallaraheim frá 1998 so at siga vóru soloprojektir, so var tilgongdin til Valla foldum øðrvísi enn hvat eg hevði roynt frammanundan. Tónleikurin varð lagdur til rættis saman við tónleikavinunum, Jóhannus á Rógvi Joensen og Pætur við Keldu, sum eisini tóku sær av bassinum og tangentunum. Ungu kvinnurnar, Heiðrun Petersen á violin og kórsangarin Margreta á Rógvi Joensen, spældu allan vegin týðandi leiklutir. Og at hava danska gittarúrmælingurin, Troels Skovgaard og dugnaliga trummuleikarin Gert Smedegaard í upptøkuhølunum var eisini ein fongur fyri fløguna. Valla foldum á tók skap í Lundgaard Studio. Talan er í stóran mun um eina persónliga og sterka tekstfløgu.