STEINTÓR RASMUSSEN - "MILLUM FRÆNDUR"

Í 1989 tó eg ta avgerð at innspæla eina fløgu undir heitinum Millum Frændur. Mína fyrstu soloútgávu. Leikluturin sum heimagangandi pápi í danska høvuðsstaðnum hevði givið mær íblástur og stundir at skriva fleiri sangir, og nú vildi eg tónlistarliga royna at standa á egnum beinum. Farið var til Peter Brander í Media Sound Production á Islands Brygge í Keypmannahavn við tilfarinum. Okkara nýggja vinapar, Joanna Johansen og Sunleif Rasmussen hevði víst ætlanini stóran ans, og teirra partur, hvat útsetingum, klaverspæli og sangi viðvíkti kom ikki at liggja eftir. Brøðurin og gomlu kenningarnir úr Frændum, Rani og Eyðun Nolsøe spældu við gittarspæli, sangi og studioroyndum eisini týðandi leiklutir í upptøkuhølunum. Thomas Ulvedal spældi kontrabass og Lars Gerrild trummur. Og eisini setti Niels Martinussen dám á útgávuna við síni harmoniku og Holger Laumann á saxofon. Best umtóktu sangirnir á Millum Frændur mundu vera Heimstaðið, Rósa og Karin. Men eisini vísan um troyttu og illa løntu arbeiðskvinnuna, var nógv at hoyra um alt Føroya land nógvu árini eftir útgávuna .