KÆRLEIKANS VALLARAHEIM

Í januar 1998 varð farið í holt við at innrætta fyrsta veruliga ljóðstudio í Klaksvík, sum varð uppkallað eftir mytologiska skaldahestinum Pegasus. Sjálvur slapp eg at innvíga nýggja tónlistaliga spæliplássið, saman við bólkinum Millum Frændur, við tíggju nýggju sangum. Harav tvær týðingar eftir Ola Nordskar og sanginum Mona, sum danin Sørin Kragh- Jacobsen upprunaliga hevði skrivað. Heitið Kærleikans Vallaraheim hóskaði væl til góða andan í tí kreativa og gevandi umhvørvinum, sum nú var uppstaðið heimstaðnum.