Steintór Rasmussen er føddur í 1960 og hevur frá ungum árum av verið virkin sum skapandi íverkseti, fyriskipari, sangskrivari, komponistur, rithøvundur og útgevari. Steintór er útbúgvin lærari og arbeiðir í fólkaskúlanum, har hann sær tað sum sítt fremsta mál at kveikja kyndilin hjá føroyskum børnum, soleiðis at Føroyar fáa eina bjarta framtíð.
Longu sum 7 ára gamal var eg ógvuliga hugtikin av talvi, og hetta vakra og dragandi spæli gevur mær framvegis nakrar ríkar og spennandi løtur, sigur Steintór Rasmussen, sum meinar at telvingin á ungum árum kann skapa og mynda tín persón. Ein telvari má altíð síggja møguleikarnar sum eru í støðuni og kortini hava í huga, at ein góð ætlan einans er hálvur vegurin, meðan nýggj hugskot, kreativitetur og praktiskar avgerðir føra teg nærri málinum.
Kanska er hetta júst orsøkin til, at Steintór Rasmussen í meira enn ein mansaldur hevur hildið tjóðini í skák við sínum nógvu hugskotum og listarligum avrikum. Sum fáur hevur hann yrkt, umsett og skrivað sangir til børn og vaksin her á landi. Harafturat hevur hann latið sangir frá sær til onnur at framføra. Sum ígongdseti hevur Steintór staðið á odda fyri bæði ungdómsarbeiði og vælgerðartiltøkum. Hann hevur roynt seg sum umboðsmann og útgevara, og hansara navn er ritað í søguni hjá Frændum, Brandi Enni, Talent, Trølla Pætur, Kulum Rótum, Atlantis, Studio Pegasus og Summarfestivalinum.
,Niclas Heri Jákupsson