LISTAVERK OG MYNDASAVN

STEINTÓR RASMUSSEN
FØDDUR 23. JULI 1960
Í KLAKSVÍK

Divider text here

Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum.

Vit eru við dreinginum í skúla, har pedagogikkur er eitt fremmandaorð.
Skvambla í lokala dunnuhylinum og sigla úti í stóru og spennandi verð.
Standa við krossvegin í Klaksvík, har valið er vínið ella Várharra. Fara út á gøturnar í stríðnum fyri eini innihaldsríkari frítið og ungdómshúsi í heimstaðnum. Eru við gittara og sangi í kravgongum fyri friði og eini javnlíkari framtíð.

Vit fylgja pápanum til tey mongu tiltøkini og lesa um Frændur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum, Studio Pegasus, sum vildi gera Klaksvík til tonleikahøvuðstað í landinum, Kular Røtur, sum lat upp eina nýggja og livandi barnaverð, Frigg á norðuratlantiskum aldukambum og Summarfestivalin, har øll syngja við.

Við sínum nógvu sangum og spanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið.

Lívið er mítt listaverk lýsir eitt menniskja í viðgongd og mótburði. Sum villist og vísir veg.

SAGT UM "LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK"

Divider text here