KULAR RØTUR BIOGRAFI

UM KULAR RØTUR

Divider text here

Plantur skulu hava vatn og ljos. Men syngur tú fyri teimum, trívast tær og vísa sín vakurleika. Tær eru sum børnini, næla og festa røtur, hóast lívið og vakstrarlendi mangan er ymiskt. Á skuggasíðuni er ikki so gott at vera. Veit leingjast øll eftir sól, men skulu kortini látast kul. Børnini ganga í kulum klæðum og hava kulan hjálm. Og so syngja tey kular sangir. Ja, mangt er undarligt, sigur abbi. Í barnaverðini ber alt til, og í flest øllum gentum og dreingjum býr framvegis ein spennandi og ríkur hugaheimur.

Í hesi sangbók eru fleiri søgur og ævintýr. Nakrir av sangunu eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um veint nú. Flestu tekstirnir bera uppá rím, og løg eru til allar yrkingarnar uttan tvær, har orðini verða rappað.

Til barnaárini hoyrir sangur og tónleikur, eins og sól og fuglasongur eigur at vera um summarið og jól og kavamenn um veturin. Tí eru Kular Røtur esiini ein góð sangbók hjá børnunum, ið ganga í skúla. Børnini hava tikið óføra væl ímóti Kulu Rótunum, og higartil eru komnar tríggjar fløgur við teimum. Her eru so sangirnir, sum tey sungu saman við góðum vinunum Trøllapæturi, ommuni og Nósa. Tað er mín vón, at sangbókin goymir eitt virði, sum kemur føroyska sangskattinum til góða. Og fara barnsligar sálir í framtíðini at liva seg inn í prýðiligu myndurnar, orðini og tónleikin, so hevur henda útgávan ikki verið til fánýtis.

"Og at enda vil eg senda øllum børnum í Føroyum eina heilsan. Minnist til, at hetta eru bara nakrir sangir. Tær veruligu kulu røturnar eru tit!"

Takk til Edward Fuglø, sum meistaraliga hevur givið songunum litir og lív, Niclas Hera Jákupsson fyri kreativt og mennandi samstarv, Inga Isaksen fyri lagsmíð og musikalskar búnar, fyri nótaarbeiðið hjá Magna Husgaard og fyrstu innspælingarnar saman við Høgna Klakkstein. Takk til børn og ung, sum hava sungið á flogunum og til konsertirnar, tónleikarar og dansarar, teknikarar og teknarar, myndafólk, grafikarar, hjálparfólk, familju og vinir. Takk til tykkum øll, sum hava stuðlað og sungið við.

- Steintór Rasmussen