Kærleikin er størsta boðið

Vælkomin á mína heimasíðu

Divider text here
Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er.
Sum ein vinur, millum frændur, eg komi og eri á ferð.
Her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

Lívið er mítt listaverk

Øll eru vit høvuðspersónar í okkara egnu lívsbók. Og hvør í sínum lagi skapast og mennast vit av upphavinum, familjuni, vinunum, umhvørvinum og samfelagnum. Av fólki sum tær, kemur fólk út av mær. Lívið er mítt listaverk er søga og sangir frá barnaárum av og fram til dagin í dag.

Fløgur & sangir

Sangirnir, fleiri skrivaðir saman við øðrum, munnu vera eini 180 í tali. Sjálvur eri eg meira hugtikin av, at Niclas í Koltri í farnu øld smíðaði føroyingum ta tvífalda talið av bátum, í alt 360. Í øllum verki krevst gott handalag og hugur. Ár eftir ár eftir ár eftir ár eftir ár.

Týðingar

Íblásturin kemur oftani uttanífrá. Og øll lond og mentanir ala skaparar av sigandi skaldskapi og góðari tónlist. Heilt frá ungum árum av, havi eg havt hug at lána, endurtaka, týða, yrkja um og føroyska sangir, sum onnur upprunaliga hava skrivað.

Steintór Rasmussen

Hevði sum blaðungur hug at lesa samfelagsvísund ella sálarfrøði. Ella at vinna mær útbúgving sum málmaður ella journalistur. Havi roynt lívið sum heimagangandi pápi í Føroyum og Danmark. Byrjaði á Vordingborg Statsseminarium í 1990. Í mínum hugaheimi fylgir eitthvørt vakurt og ábyrgdarfult við heitinum lærari.

Útklipp

Tað er nú vit skulu liva! Men uttan okkara upphav, fortíð, søgu, minnir og livaðar løtur er ongin stevna inn í nýggja dagin. Myndir kunnu siga meira enn túsund orð. Á hesi síðuni eru nakrar framkallaðar upplivingar og hendingar úr míni lívsbók.

Video

Fleiri tiltøk, konsertir og videoløg taka skap sum filmur. Á miðlinum ber til at síggja tilfar, sum vit seta í samband Studio Pegasus, Frændur, Summarfestivalin, Kular Røtur og annað mentanarligt virksemi.

SAGT UM "LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK"

Divider text here