FRÆNDUR BIOGRAFI

Um Frændur

Divider text here

Sum eitt skip, við reyðari lanternu í bakborð og grønari í stýriborð, stevndi Frændur inn í føroysku tilvitskuna. Og ikki heilt av tilvild. Sum børn í sekstiárunum, tannáringar í sjeytiárunum og unglingar í áttatiárunum var tað kanska serliga reydligi tónin vinstrumegin miðjuna og grógvandi grøni umhvørvisfarrin, sum litlegði politiska himmalin hesi tíðarskeið. Og umframt tónleikin vóru tað alskyns samfelagsviðurskifti, sum fyltu tankarnar - og endaleysu diskussiónirnar hjá frændum - áðrenn Frændur vóru til...

Fyrstu ferð eg hoyrdi Frændur var á konsert í KÍ-Høllini í Klaksvík, minnist meg rætt, í 1983. Hetta var løtan vit mongu fyrstu ferð hoyrdu komandi klassikarar sum "Hundurin brúni", "Sangur til frælsi" og nógvar, nógvar aðrar. Og vit vóru mong, sum gleddu okkum til fyrstu plátuna, kanska teirra mest fólksligu, "Saman við tær", sum kom út í 1984.

"Frændur er í dag føroysk fólkaogn - hugsa tær allar veitslurnar, við og uttan sanghefti, har ein Frændursangurin fyri og annar eftir verður sungin við bæði hjarta, rødd og sál. Og 27 sangir í Grønu sangbók er væl eisini týðilig tala."

Men eisini eru tey, sum uttanfyri klettarnar hava givið bólkinum ans. Fleiri av sangunum eru týddir til útlendskt og eitt nú gav íslendingurin Ingi Gunnar Jóhannsson sangin "80'ini" út á íslendskum undir heitinum "Ljúfa lííf" í 1992.

Í dag hava flest allar vørur eina dagfesting, ið sigur nær vøran gongur út. Hesi fyrivarni eru fullkomiliga óneyðug, tá talan er um Frændur og teirra sangir. Her er tað sum við mjólkini - haldfør ella "longlife". Minnist í hesum sambandi eina stuttliga søgu frá Ólavsøkukonsertini í summar. Mamman og pápin gleddu seg til at hoyra Frændur, meðan unga tannáringadótturin helt onnur og yngri nøvn ljóða munandi meira spennandi, men heimafturkomin fór gentan at leita í plátusavninum hjá foreldrunum - eftir Frændum, tí teirra sangir vóru teir bestu.

Við fýra perlum í sama húsa: "Saman við tær" frá 1984, "Frændur II" frá 1986, "80'ini" ið samstundis gjørdi fyrsta føroyska fløgan, frá 1988 og "Mítt land" frá 1992, er at fegnast um, at allar Frændurútgávurnar nú eisini eru at finna í talgildum hami. Stutt sagt, 40 sangir úr skattkamarinum hjá Frændum, ið avgjørt telist millum bólkarnar, sum hava sett størst fingramerki á føroyskan tónleik.

Njótið sanginar - og tøkk til tykkum, ið hava latið okkum hesar perlur.

- November 2003, av Gunnar Nolsøe